Søga

 

Fjarhiti í Føroyum

1980–1994

Fyrstu ferð fjarhitaveiting til Tórshavnar kommunu verður umrødd er í ummæli, sum Orkuráðið ger í 1980 í sambandi við ætlaðu útbyggingina hjá SEV. Møguleiki at nýta avlopshitan frá eini møguligari víðkan av Sundsverkinum og eisini eini møguligari ruskbrennistøð var tikin við í hesar metingarnar.

Úrslitið av hesum arbeiði er, at Tórshavnar Kommuna fer at kanna búskaparligu útlitini fyri fjarhita í Havn. SEV ger av, at tann nýggi 2-taktsmotorurin skal byggjast út til at veita fjarhita.

Meira hendir ikki í málinum tey fyrstu árini, men tá brennistøðin á Sandvíkarhjalla verður bygd, verður avgjørt, at fjarhiti skal veitast til ídnaðarbygningarnar á Sandvíkarhjalla, soleiðis at hesin upphitingarháttur kann roynast í Føroyum.

Í 1986 arbeiða SEV og Orkuráðið víðari við spurningum at veita fjarhita frá Sundsverkinum. Í juli 1987 vóru hesar kanningar lidnar, og tær vístu, at neyðugt er við einum ávísum stuðli til íløgurnar í høvuðsleiðingini frá Sundsverkinum til Havnar.

Árið eftir setur Tórshavnar Kommuna og SEV eina nevnd at kanna, um búskaparligar og tekniskar fortreytir eru fyri at fáa til vega fjarhita av Sundi til útstykkingarøkini norðan fyri Havnina. Nevndin kemur til umleið somu niðurstøðu sum Orkuráðið, og á sumri sama ár verður álitið sent Orkuráðnum til ummælis. Fleiri fundir verða hildnir um málið, og á heysti játtar Landsstýrið 20 mió. kr. sum stuðulslán.

SEV ordrar næsta 12 MW motorin og verður hesin eisini fyrireikaður til veitan av fjarhita.

Síðani stovna Tórshavnar Kommuna og SEV felag, ið skal taka sær av fjarhitaveiting frá brennistøðini á Sandvíkarhjalla og Sundsverkinum til íbúgvarnar í kommununi.

Í apríl 1988 verða ráðgevandi verkfrøðingarfeløgini E. D. Verkfrøði pf, pf Sofus M. Jakobsen og Rambøll & Hannemann A/S bidnir um at ráðgeva í málinum.

Í 1988 stovna Tórshavnar Kommuna og SEV L/f Hitafelagið, og í nevndina komu:

 

Fyri Tórshavnar Kommunu:
Erling S. Michelsen 
Viggo Christiansen
Torfinn Smith 

Fyri SEV:
Klæmint Weihe 
Jógvan D. Jakobsen 
Bjarki Hermansen 

 

Formansskapurin gongur upp á skift millum SEV og kommununa, og fyrsti formaður var Klæmint Weihe. Stjóri í L/f Hitafelagnum er Jóannes Hansen.

Endamál felagsins er at virka fyri at fáa til vega fjarhitaskipan í Havn og at veita brúkarunum hita.

Samstundis sum nýggjar útstykkingar fóru fram í Havn og í Hoyvíkshaga í 90unum, vórðu hitaleiðingar lagdar niður, og nýggju sethúsini vórðu bundin í hitakervið. Hitin kom frá fyribils hitastøðum, ið brendu olju. 

Í 1991 er hitaleiðingin til brennistøðina á Sandvíkarhjalla liðug, og onnur útgerð sett upp á brennistøðina, soleiðis at íbundnu húsini fáa avlopshita. Hitamátturin frá brennistøðini er 5 MW, ið svarar til hitanýtsluna hjá eini 500 sethúsum. 

Í kreppuárunum kom steðgur í virksemið, og í 1994 fór L/f Hitafelagið á húsagang.

 

1994–

Í mars 1994 varð Fjarhitafelagið stovnað við somu eigarum. Jóannes Hansen verður stjóri.

Tá verður umleið helvtin av allari fjarhitanýtsluni útvunnin frá hitanum frá brennistøðini á Hjalla. Hin helvtin verður útvunnin frá spillolju, sum Fjarhitafelagið fekk frá SEV og virkjum kring býin, og sum Fjarhitafelagið sjálvt brendi.

Orsøkin, at einans helvtin av allari fjarhitanýtsluni varð útvunnin frá brennistøðini, var, at brennistøðin ikki hevði so nógv burturkast at brenna í kreppuárinum og nakað eftir kreppuárini.

 

Fjarhitaskipanin í dag

1. mars 2004 tekur Hans Christian Dam við sum stjóri, og í dag kemur øll orkan frá brennistøðini á Hjalla, el-verkinum hjá SEV á Sundi og frá egnum oljufýrdum ketli hjá Fjarhitafelagnum.

 

Hitakeldur

Vekslara- og ketilstøð á Sandvíkarhjalla:

Vekslarar:                    2 stk. á 3 MW

Tiltaksketil:                  1 stk. á 5 MW

 

Vekslarastøð á El-verkinum hjá SEV á Sundi:

Vekslarastøðin á Sundi er tikin niður, og nýggja vekslarastøðin er ætlað at verða liðug 2019/20.

 

Fjarhitanýtarir

Í dag eru 1.600 brúkarir knýttir at fjarhitaskipanini. 

//