Gjaldsskrá
Gjaldsskipanin hjá Fjarhitafelagnum er grundað á meginregluna um, at raksturin skal hvíla í sær sjálvum. Tað merkir, at prísurin verður ásettur í samsvari við kotsnaðarstøðið í samfelagnum, og at árlig avlop á rakstrinum verða førd víðari til íløgur og viðlíkahald. Fjarhitagjaldið verður rindað sambært punkt 4.1 í ”Vanligu treytunum fyri fjarhitaveitan”. Fjarhitabrúkararnir eru býttir upp í tríggjar prísbólkar.
Bólkur 1
Prísur u/mvg |
Prísur v/mvg |
0,80 kr./kWt |
1,00 kr./kWt |
Í hesum bólki eru íbúðir, raðhús og sethús, sum hava eina árliga nýtslu á 0-50.000 kWt.
Bólkur 2
Prísur u/mvg |
Prísur v/mvg |
0,79 kr./kWt |
0,99 kr./kWt |
Í hesum bólki eru t.d. smáir og miðalstórir brúkarar, sum hava eina árliga nýtslu á 50.001-500.000 kWt.
Bólkur 3
Prísur u/mvg |
Prísur v/mvg |
0,75 kr./kWt |
0,94 kr./kWt |
Í hesum bólki eru stórir bygningar, ið hava eina árliga nýtslu á meira enn 500.000 kWt.
Ávegis gjøld
Brúkarin fær í árinum ávegis mánaðargjøld at rinda fyri 12 mánaðir í senn tíðarskeiðið 1. februar í einum ári til 1. januar árið eftir.
Árlig uppgerð
Nýtslan verður gjørd upp eina ferð um árið, og uppgerðin verður send brúkaranum í januar.
Grundarlagið
Ávegisgjaldið verður útroknað eftir nýtsluni árið fyri. Árliga uppgerðin verður útroknað eftir skrásettari nýtslu. Skrásett nýtsla er munurin á teljarastøðuni frá 1. januar til 31. desember í einum ári.