Talgilt yvirlit yvir fjarhitaskipanina

23. december 2021

Talgilt yvirlit yvir fjarhitaskipanina

Nýtt talgilt yvirlit yvir fjarhitaskipanina á fjarhiti.fo vísir, hvussu fjarhitin fer ígjøgnum høvuðsstaðin, og hvussu skipanin ætlandi verður útbygd til 2035

Eitt nýtt talgilt yvirlit á heimasíðuni hjá Fjarhitafelagnum, fjarhiti.fo, vísir, hvussu fjarhitin fer ígjøgnum Havnina, og hvørjar ætlanir eru settar út í kortið fyri útbyggingar næstu árini – til 2035.

- Talan er um eitt slag av talgildum yvirlitskorti fram til 2035, sum eisini vísir, hvørjar ætlanir eru um útbyggingar og um fleiri grønar orkukeldur inn í fjarhitaskipanina næstu árini, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Hann vísir m.a. á, at ætlanir eru um at nýta avlopsorku frá vindmyllum í fjarhitaskipanini, sum skal brúkast til bæði at hita heitvatnstangar og at reka sjóhitapumpur. Næstu árini skulu fyribils oljuketlar í skipanini eisini takast niður, so hvørt fjarhitaleiðingin verður ein alsamt meiri samanhangandi skipan við grønum orkukeldum.

- Fjarhitaskipanin er ein grønur orkuberi, og tað er í grundini bara ein spurningur um hugflogið, hvussu nógva grøna orku vit megna at fylla á skipanina. Hitin, sum vit fáa frá biogassverkinum á Skarðshjalla, er feskasta dømið um tað, sigur Hans Christian Dam.

Umleið 1600 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina.

Talgilda yvirlitið yvir fjarhitaskipanina sæst her.