Inflatiónin rakar eisini fjarhitan

Inflatiónin rakar eisini fjarhitan

20. oktober 2023

Inflatiónin rakar eisini fjarhitan

Fjarhitafelagið noyðist at tillaga prísirnar, so at samsvar verður ímillum raksturin og hægri renstustøði og prísstøði sum heild. Í 2024 kann eitt miðal húsarhald vænta at rinda umleið 200 krónur meira um mánaðin fyri fjarhita

Fjarhitin sleppur heldur ikki undan inflatónini, tískil hevur nevndin í Fjarhitafelagnum samtykt at hækka prísin fyri fjarhita frá 1. januar 2024.

Fjarhitin skal hvíla í sær sjálvum, og tí er neyðugt, at samsvar er ímillum raksturin og rentu- og prísstøðið sum heild, ið er hækkað munandi seinasta árið. Tað hevur við sær, at eitt miðal húsarhald kann vænta, at rokningin fyri fjarhita hækkar umleið 200 krónur um mánaðin í 2024.

Fjarhitakundarnir eru býttir í tríggjar prísbólkar. Í Bólki 1 eru íbúðir, raðhús og sethús, í Bólki 2 eru t.d. smá og miðalstór virki, og Bólkur 3 fevnir um stórar bygningar sum eitt nú gistingarhúsini og svimjihylin.

Í Bólki 1 hækkar prísurin 12 oyru – úr 0,68 kr./kWt upp í 0,80 kr./kWt. Prísurin í Bólki 2 økist 13 oyru – úr 0,66 kr./kWt upp í 0,79 kr./kWt. Í Bólki 3 hækkar prísurin 15 oyru – úr 0,60 kr./kWt upp í 0,75 kr./kWt. Prísirnir eru uttan MVG.

Prísskipanin, sum áður fylgdi oljuprísinum, er grundað á eina meginreglu um, at raksturin skal hvíla í sær sjálvum, og tað hevur í hesum føri við sær, at prísurin skal ásetast í samsvari við økta rentu- og kostnaðarstøðið. Tí hækkar prísurin nú.

Fjarhitafelagið hevur seinnu árini miðvíst breitt fjarhitanetið út í høvuðsstaðnum. Síðsta stigið í hesum útbyggingum er at binda Kongavarða á Argjum í høvuðsnetið, sum tá strekkir seg 14 kilometrar frá Sundsverkinum og út á Kongavarða.

Umleið 1800 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina.

//