Góð 87 prosent av fjarhitanum komu frá avlopshita í 2024

Góð 87 prosent av fjarhitanum komu frá avlopshita í 2024

6. marts 2025

Teir 1.950 brúkararnir í fjarhitaskipanini fingu 87,5 prosent av hitaveitingini frá avlopshita í fjør. 51,6 prosent komu frá Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, 26,6 prosent komu frá avlopshita frá Sundsverkinum og 8,1 prosent stavaðu frá biogassverkinum Förka. Sostatt komu 12,7 prosent frá oljuketlum í skipanini, tað eru 2,3 prosentstig minni enn í 2023, tá oljuparturin var 15 prosent.

Oljan í fjarhitaskipanini í 2024 kann býtast í tveir partar. 8,2 prosent vóru spillolja frá IRF, ið longu er brúkt eina ferð í motorum, og sum er latin IRF til burturbeiningar. Talan er sostatt um avlopsolju, sum skuldi verið flutt til Danmarkar ella aðrastaðni at beina burtur, um henda spilloljan ikki var brúkt til fjarhita. Sostatt vóru bert 5,5 prosent av oljunýtsluni gassolja, sum var fylt á oljuketlar í fjarhitaskipanini.

- Tað er gleðiligt, at oljuparturin er støðugt minkandi, samstundis sum talið av fjarhitabrúkarum er alsamt hækkandi. Vit kunnu serstakliga fegnast um, at gassoljan nú bert er 5,5 prosent av orkukeldunum hjá Fjarhitafelagnum. Tað er eitt sindur øðrvísi við spilloljuni, tí her brúka vit avlopsolju umaftur til fjarhita. Tað er olja, sum annars í dýrum dómum hevði verið flutt av landinum til burturbeiningar, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Fjarhitafelagið heldur grønu kósina

Leikluturin, sum oljuketlarnir hava í fjarhitaskipanini, er so líðandi avmarkaður til fyrst og fremst at vera eykatrygd at taka til, um ikki nóg mikið av avlopshita fæst til høldar, ella um t.d. okkurt brek tekur seg upp.

Fjarhitafelagið heldur grønu kósina, og tí skulu nýggjar hitaloysnir byggjast inn í skipanina. Biogassverkið Förka er dømi um nýhugsan, og næsta stigið á menningarleiðini hjá Fjarhitafelagnum er ein elketil við goymslutanga, sum skal rekast við avlopsorku frá vindmyllum. Henda hitaloysnin verður tikin í nýtslu í vár.

Sethús, raðhús og íbúðir, sum hava eina árliga nýtslu á 0-50.000 kWt, stóðu fyri 59 prosentum av samlaðu nýtsluni. Miðalstórir brúkarar, ið hava eina árliga nýtslu á 50.001-500.000 kWt, fevndu um 23 prosent av samlaðu nýtsluni, og stórir brúkarar, sum hava eina árliga nýtslu á meira enn 500.000 kWt, stóðu fyri 18 prosentum av nýtsluni tilsamans.

Talið av brúkarum í fjarhitaskipanini er í miðal økt við gott og væl 100 nýggjum brúkarum árliga tíðarskeiðið 2018-2024. Hesi árini eru nógvir stórir brúkar knýttir upp í skipanina. 

Fjarhitin verður veittur ígjøgnum eina 14 kilometrar samanhangandi høvuðsleiðing, sum røkkur av Sundsverkinum, oman í Gundadal, gjøgnum Tróndargøtu, út eftir Jóannesar Paturssonar gøtu, eftir Landavegnum og heilt út Undir Kongavarða.

//