Fjarhitaskipanin heima við hús skal kannast javnan

Fjarhitaskipanin heima við hús skal kannast javnan

3. maj 2025

- Vit hava tíverri dømi um brúkarar, sum hava havt óvanliga høga nýtslu, og tað hevur havt stórar rokningar við sær. Orsøkin hevur verið leki í fjarhitaskipanini heima við hús, og tí heita vit á brúkararnar um at hava eftirlit við skipanini, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Fjarhitafelagið hevur ábyrgdina av fjarhitaleiðingini og veitingini, men brúkararin hevur ábyrgdina av tí partinum av fjarhitaskipanini, sum er settur upp heima hjá brúkaranum. Har kann talan t.d. vera um lekar í hitasnyrlinum ella vekslaranum til heita vatnið, og tá lekur fjarhitavatnið út í vanliga brúksvatnið.

Um lekar verða staðfestir í fjarhitaskipanini, so verður fjarhitin ikki nóg væl gangnýttur, og góðskan í heita vatninum versnar. Fjarhitavatnið er ikki vanligt vatn, men viðgjørt vatn.

Brúkarin kann sjálvur kanna skipanina eftir hesum framferðarhátti: 1) Skrúva stoppikranan fyri og 2) skrúva frá í brúsum og kranum í vaskum. 3) Um heitt vatn tá rennur, so er sannlíkt, at fjarhitaskipanin heima við hús lekur.

- Tað er góður vani javnan at kanna fjarhitaskipanina heima við hús. Umframt at slíkt eftirlit fyribyrgir eykakostnaði orsakað av lekum, so gagnar tað bæði umhvørvinum og vatngóðskuni, um vit minka mest møguligt um lekar á fjarhitakervinum, sigur Hans Christian Dam, stjóri.

Fjarhitafelagið vil tí fegin minna brúkararnar á, at tað er skilagott at kanna fjarhitaskipanina við jøvnum millumbilum.