KUNNINGARSKRIV - Fjarhiti í Hoydalsvegin:

1. november 2018

KUNNINGARSKRIV - Fjarhiti í Hoydalsvegin:

 

Status fyri arbeiði

Dagur: 31.10.2018

Merki: Símun Eliasen

Fjarhiti í Hoydalsvegin

Arbeiði at leggja fjarhita oman eftir Hoydalsvegnum gongur væl.

Nú umleið ein mánaði er farin síðani arbeiði byrjaði, er partur av strekkinum gjørt liðugt við asfalti.

Og hevur arbeiði gingið betur enn væntað.

Fjarhitagrøvin á tí fyrsta strekkinum (reyða strekkið st. 0-60), er liðug grivin og planerað.

Fjarhitaleiðingar og aðrar leiðingar eru lagdar í, og leiðingarnar eru tyrvdar. Tann 31. okt. var

asfalt lagt á og vegurin er nú tøkur at taka ímóti ferðsluni, á hesum strekkið.

Fjarhitagrøvin á strekki 2 (grøna strekkið áleið st. 60-320), er grivin til áleið st. 200 og planerað

til st. 180. Fjarhitaleiðingar eru lagdar í til áleið st. 180 og aðrar leiðingar eru lagdar í og tyrvdar

til áleið st. 130. Og asfalt er lagt á, oman til st. 120.

Í november verður hildið fram við grevstri og tyrving av leiðingum, oman til Jústgøtu.

Hjálagt er tíðarætlan dagførd 25.okt. 2018 við áseting av framdum arbeiði. Tíðarætlanin vísur at

arbeiði heldur ætlan.

Arbeiði frameftir:

Soleiðis sum arbeiðsgongdin hevur verið, so er sannlíkt at strekkið 2, verður liðugt áðrenn

ætlaðu dagfestingina tann 10.12.2018.

Síðst í november verður aftur kunnað um arbeiðsgongdina, og tá verður status fyri strekkið 2

staðfest.

Status og vegleiðandi tíðarskeið, fyri nær eingin almenn ferðsla verður fyri ymsu arbeiðsøkini,

eru:

- Strekkið 1 (uml. 60 m) – frá 28.09.2018 til 06.11.2018. - Arbeiði liðugt tann 31.10.2018.

- Strekkið 2 (uml. 260 m) – frá 12.10.2018 til 10.12.2018. – Arbeiði komið áleið 25 %.

- Strekkið 3 (uml. 200 m) – frá 07.01.2019 til 05.03.2019.

- Strekkið 4 (uml. 100 m) – frá 08.02.2019 til 27.03.2019.

- Strekkið 5 (uml. 90 m) – frá 27.02.2019 til 17.04.2019.

- Kantsteinar og slitlag – frá 11.04.2019 til 30.05.2019.

Hjálagt eru mynd sum vísur status av arbeiðnum.  Tíðarætlanmynd

Fjarhitafelagið