Gundadalur knýttur upp í fjarhitaskipanina

2. februar 2018

Gundadalur knýttur upp í fjarhitaskipanina

 

Nýggja fjarhitaleiðingin í Gundadali er nú knýtt upp í skipanina hjá Fjarhitafelagnum, og hetta slóðar vegin fyri, at fleiri stórir bygningar í høvuðsstaðnum nú verða bundnir í skipanina 

Gundadalur er nú partur av fjarhitaskipanina hjá Fjarhitafelagnum, eftir at John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, og Jákup Dam, býráðslimur, umboðandi eigararnar skrúvaðu ventilarnar til Gundadal frá seinnapartin í dag.

Henda útbyggingin av fjarhitaleiðingini hevur við sær, at fleiri stórir bygningar í næstum verða bundnir í skipanina. Talan er um nýggja bygningin hjá Bank Nordik, Stórhøllina á Hálsi og FSF-bygningin. Seinni í vár verður svimjihylurin í Gundadali eisini knýttur í skipanina, og harumframt er klárt á knýta Tórsvøll uppí.

Fjarhitin í Gundadali skumpar Tórshavnar kommunu nógv nærri sínum egna máli um, at CO2-útlátið í høvuðsstaðnum skal lækka 20 prosent í 2022 sammett við 2013, tá Tórshavnar kommuna setti sær hetta málið. 

- Framvegis er nógv tøk orka, sum kann leiðast inn í fjarhitaskipanina, og tí verður fjarhitanetið áhaldandi bygt út, so at avlopsorkan frá Sundsverkinum og Brennistøðini á Hjalla verður gagnnýtt so væl sum til ber, sigur Sune Jacobsen, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum.

Hann vísir á, at Fjarhitafelagið er ein týðandi orkuberi í landsins størstu kommunu, og at ætlanin er at fáa bæði vindorku og sjóarhita inn á fjarhitanetið komandi árini.

Fjarhitafelagið og eigararnir – SEV og Tórshavnar kommuna – halda fram við fjarhitaleiðingini oman eftir Hoydalsvegnum og oman til Finsen, sum verður bundið í fjarhitaskipanina í ár. Aðrir bygninginar í miðbýnum verða eisini knýttir í, har fjarhitin kemur fram við.

Talið av fjarhitabrúkarum hevur verið støðugt vaksandi seinnu árini. Fyri 10 árum síðani vóru góðir 700 brúkarar í skipanini, og í dag eru 1100 brúkarar knýttir í fjarhitanetið.