---
title: "Missión, visión og virðir"
date: "2025-07-01"
created: "2025-06-03"
---

# Missión, visión og virðir

**Missión**

Fjarhitafelagið veitir umhvørvisvinaligan hita og heitt vatn til húsarhald og bygningar í Tórshavnar kommunu eftir nærri ásetingum frá kommununi.

Fjarhitafelagið virkar fyri, at sum minst av avlopsorku fer til spillis.

Fjathitafelagið er ein grønur orkuberi í høvuðsstaðnum, sum kann veita sínum brúkarum hita og heitt vatn, ið fæst burtur úr grønari orku av øllum handa slag.

**Visión**

Fjarhitafelagið vil:

- verða ein eftirspurd hitaloysn, ið kann veita so nógvum kundum sum gjørligt umhvørvisvinaligan og støðugan hita til kappingarførar treytir á einum høgum og tryggum tænastustøði.
- verða ein framtakssinnaður viðspælari, tá umræður bæði at royna og at troyta nýggjar varandi orkukeldur.
- verða ein týðandi leikari í felags strembanini eftir at gera føroyska samfelagið leyst av oljunýtslu á landi.

**Virðir**

Framskygni

- Vit útvega okkum áhaldandi nýggjastu vitanina innan fjarhita.
- Vit leggja dent á at ganga undan á fjarhitaøkinum.
- Vit fyrireika arbeiðsuppgávurnar í góðari tíð.

Dygd

- Vit hava eina langa søgu og drúgvar royndir innan fjarhita.
- Vit leggja doyin á at veita dygdargott arbeiði á høgum tænastustøði.
- Vit virka áhaldandi fyri einari vælvirkandi fjarhitaskipan.

Samstarv

- Vit leggja dent á gjøgnumskygni í okkara samstarvi við kundar og samstarvsfelagar.
- Vit gera okkara ítasta og vísa altíð vælvild mótvegis kundum og samstarvsfelagum.
- Vit grunda okkara samstarv bæði innanhýsis og uttanhýsis á jaligt samskifti.
