Graviarbeiði á krossinum Vegnum Langa og Løgmannabreyt

7. oktober 2020

5.-23. oktober verður ferðslan møguliga tarnað eitt sindur á krossinum Vegnum Langa og Løgmannabreyt.
Fjarhitafelagið fer í hesum tíðarskeiði at flyta og skifta út ventilar í fjarhitaskipanini. Tað ber við sær, at verandi ventilbrunnur verður fluttur. Fjarhitafelagið roynir at skipa arbeiðið soleiðis, at tað ávirkar ferðsluna minst møguligt.