FJARHITIN KNÝTIR HAVNINA SAMAN

29. oktober 2020
Nú verður farið undir arbeiðið at knýta vesturbýin uppí fjarhitaleiðingina við sjónleikarhúsið.
 
Fjarhitafelagið hevur saman við Tórshavnar kommunu og arbeiðstakaranum gjørt eina arbeiðsætlan, og henda ætlan er býtt upp í ymisk arbeiðsøki. Byrjað verður við strekki 1.
 
Fjarhitafelagið fer við arbeiðsætlanini at tryggja, at íbúgvar, stovnar og vinnurekandi í økinum ikki verða tarnað, meðan grivið verður.
 
Hvørt arbeiðsøki verður stongt fyri almennari ferðslu, meðan arbeitt verður í ásetta økinum. Grivið verður frá rundkoyringini við Vesturkirkjuna og oman eftir Landavegnum. Síðani sneiða vit niðan eftir Dalavegnum og oman í Niels Winthers gøtu, og haðani niðan eftir Tróndargøtu og Kongagøtu, har vit so festa saman við verandi fjarhitanetið við Sjónleikarhúsið.
 
Áðrenn farið verður víðari til næsta øki, verður gjørt, so at koyrandi verður eftir undanfarna øki. Samstundis verða atlit tikin, so at tíðin, har skift verður millum arbeiðsøki, verður so stutt, sum til ber.
 
Samlaða byggitíðin verður frá oktobur 2020 til desembur 2021.
 
Fyri meir kunning sí www.fjarhita.net