Tórsvøllur knýttur upp í fjarhitaskipanina

29. april 2020

Tórsvøllur knýttur í fjarhitaskipanina

Tórsvøllur er nú bundin í fjarhitaskipanina. Fjarhitin er seinnu árini lagdur ígjøgnum partar av høvuðsstaðnum m.a. í Gundadal og á Hálsi

Tórsvøllur er nú knýttur í fjarhitaleiðingina hjá Fjarhitafelagnum, sum seinnu árini hevur víðkað fjarhitaleiðingina ígjøgnum høvuðsstaðin – m.a. í Gundadali og á Hálsi.

Stóru bygningarnir í hesum umráðum eru so við og við komnir upp í fjarhitaskipanina, sum var løgd oman í Gundadal í februar 2018 og víðari oman eftir Hoydalsvegnum, har SMS, Tjaldurs Apotek og Finsen eru knýtt í fjarhitaleiðingina. Aðrir bygningar í umráðnum, Gundadalur og á Hálsi, eru t.d. Hilton Garden Inn, Hotel Brandan, Bank Nordik, Stórhøllin á Hálsi og Svimjihøllin.

- Tess fleiri størri bygningar koma upp í fjarhitaskipanina, tess nærri kemur Tórshavnar kommuna sínum máli um, at CO2-útlátið í høvuðsstaðnum skal lækka 20 prosent í 2022 sammett við 2013, tá Tórshavnar kommuna setti sær hetta málið, staðfestir Bogi Andreasen, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum, ið er valdur í nevndina vegna Tórshavnar kommunu.

Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum vísir á, at hóast tað er eitt umfatandi arbeiði at leggja fjarhita ígjøgnum høvuðsstaðin, so er nógv vunnið, tá fjarhitaleiðingin er komin at liggja.

- Vit arbeiða við at grava niður ein orkubera, sum í framtíðini skal bera brúkarunum í høvuðsstaðnum alsamt meira grøna orku, ið umframt avlopshita frá Sundsverkinum og Brennistøðini á Hjalla eisini fer at fevna um biogass longu í summar og annars t.d. vindorku og sjóvarhita, sigur Hans Christian Dam.

Støðugt fleiri brúkarar eru komnir upp í fjarhitaskipanina seinnu árini. Fyri 10 árum síðani vóru góðir 700 brúkarar í skipanini, og í dag eru umleið 1400 brúkarar bundnir í fjarhitanetið í høvuðsstaðnum.