---
title: "Talgilt yvirlit yvir fjarhitaskipanina"
description: "Nýtt talgilt yvirlit yvir fjarhitaskipanina á fjarhiti.fo vísir, hvussu fjarhitin fer ígjøgnum høvuðsstaðin, og hvussu skipanin ætlandi verður útbygd til 2035"
date: "2025-07-02"
created: "2025-06-03"
---

[Heim](https://www.fjarhiti.fo/)

                    [Kunning](https://www.fjarhiti.fo/kunning)

                [Talgilt yvirlit yvir fjarhitaskipanina](https://www.fjarhiti.fo/kunning/talgilt-yvirlit-yvir-fjarhitaskipanina)

# Talgilt yvirlit yvir fjarhitaskipanina

## **Talgilt yvirlit yvir fjarhitaskipanina**

*Nýtt talgilt yvirlit yvir fjarhitaskipanina á fjarhiti.fo vísir, hvussu fjarhitin fer ígjøgnum høvuðsstaðin, og hvussu skipanin ætlandi verður útbygd til 2035*

Eitt nýtt talgilt yvirlit á heimasíðuni hjá Fjarhitafelagnum, fjarhiti.fo, vísir, hvussu fjarhitin fer ígjøgnum Havnina, og hvørjar ætlanir eru settar út í kortið fyri útbyggingar næstu árini – til 2035.

- Talan er um eitt slag av talgildum yvirlitskorti fram til 2035, sum eisini vísir, hvørjar ætlanir eru um útbyggingar og um fleiri grønar orkukeldur inn í fjarhitaskipanina næstu árini, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Hann vísir m.a. á, at ætlanir eru um at nýta avlopsorku frá vindmyllum í fjarhitaskipanini, sum skal brúkast til bæði at hita heitvatnstangar og at reka sjóhitapumpur. Næstu árini skulu fyribils oljuketlar í skipanini eisini takast niður, so hvørt fjarhitaleiðingin verður ein alsamt meiri samanhangandi skipan við grønum orkukeldum.

- Fjarhitaskipanin er ein grønur orkuberi, og tað er í grundini bara ein spurningur um hugflogið, hvussu nógva grøna orku vit megna at fylla á skipanina. Hitin, sum vit fáa frá biogassverkinum á Skarðshjalla, er feskasta dømið um tað, sigur Hans Christian Dam.

Umleið 1600 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina.

Talgilda yvirlitið yvir fjarhitaskipanina sæst [her.](https://www.fjarhiti.fo/MOLIRIPAGE/eeb6158a-0b01-43e8-92ce-8d5c71641522 "her.")
