---
title: "Fleiri stórir bygningar knýtast í fjarhitanetið"
description: "ORKUtrygd: Borgarstjórin í høvuðsstaðnum, Elsa Berg, og forkvinnan í Fjarhitafelagnum, Annita á Fríðriksmørk, vilja hava fleiri stórar og orkutunga..."
date: "2025-06-24"
created: "2025-06-24"
---

# Fleiri stórir bygningar knýtast í fjarhitanetið

## Fjarhiti

“Tórshavnar kommuna, sum eigur Fjarhitafelagið helvt um helvt saman við SEV, vil hava fleiri stórar og orkutungar bygningar í høvuðsstaðnum bundnar í fjarhitanetið”. Soleiðis ljóðar ein partur av svarinum, tá ið blaðið, ORKUtrygd, spyr borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, Elsu Berg, og forkvinnuna í Fjarhita-felagnum, Annitu á Fríðriksmørk, hvussu tær hugsa, at fjarhitin skal útbyggjast.

Fjarhitin verður veittur ígjøgnum eina 14 kilometra samanhangandi høvuðsleiðing, sum røkkur av Sundsverkinum og Kommunalu Brennistøðini á Hjalla oman í Gundadal, gjøgnum Tróndargøtu, út eftir Jóannesar Paturssonar gøtu, eftir Landavegnum og heilt út Undir Kongavarða.

Tað eru góðir møguleikar bæði at knýta fleiri grønar orkukeldur og nýggjar kundar upp í fjarhitanetið. Borgarstjórin og nevndarforkvinnan meta, at hesin møguleikin eigur at gagnnýtast á skilabesta hátt.

Vit ynskja sum heild at vera virkin í orkuskiftinum og at gera tað, vit kunnu, fyri at tað gerst ómakaleyst at skifta til varandi orkukeldur ella fjarhita. Vit vilja hava meiri grøna orku inn í fjarhitan frá t.d. varandi orkukeldum og yvirskotsorku, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.

### **Orkutungir bygningar knýtast í netið**

Nýggj nevnd tók við í Fjarhitafelagnum apríl í ár, og Annita á Fríðriksmørk, nevndarforkvinna, metir, at nevndin m.a. eigur at leggja seg eftir at fáa stórar orkutungar bygningar knýttar í fjarhitanetið. Hesum tekur Elsa Berg, borgarstjóri undir við, og tær vísa báðar á týdningin, at smærri grannaløg eisini fáa atgongd til fjarhitan.

Fjarhitafelagið hevur seinastu árini útbygt høvuðsleiðingina, og felagið hevur lagt fleiri rørúttøk í leiðingina, soleiðis at tað ber til at leiða fjarhitan víðari til bæði størri bygningar og grannaløg, sum liggja fram við høvuðsleiðingini. Hesin møguleikin eigur at brúkast á skilabesta hátt, meta umboðini fyri Tórshavnar kommunu.

- Í grannaløgum, har stórur orkutørvur er á einum lutfalsliga lítlum øki, er tað skilagott at leggja fjarhita, eitt nú í miðbýnum og aðrastaðni, har tætt er millum húsini, vísir Elsa Berg á.

- Fjarhitafelagið eigur at virka fyri, at nógv fleiri privatir kundar lættari kunnu velja fjarhitan, har tað loysir seg fíggjarliga og umhvørvisliga, sigur Annita á Fríðriksmørk.

![](https://www.fjarhiti.fo/i/MOLIRIMEDIA/27db9b05-163d-474a-0d1d-08ddb2564f87?width=800)

![](https://www.fjarhiti.fo/i/MOLIRIMEDIA/1478ccbe-28d3-40d6-0d1c-08ddb2564f87?width=800)

Elsa Berg, borgarstjóri, og Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum, eru á einum máli um,

at fleiri orkutungir bygningar og grannaløg, har stórur orkutørvur er, eiga at verða knýtt í fjarhitanetið.
