---
title: "Fjarhitin liggur í tryggum kørmum"
description: "Fjarhitafelagið heldur grønu kósina, og fjarhitin liggur í tryggum kørmum. Á aðalfundinum í dag fegnaðist forkvinnan um, at 91 prosent av fjarhitanum komu frá avlopshita í fjør, og at fjarhitaleiðingin er væl breidd út í høvuðsstaðnum"
date: "2026-05-22"
created: "2026-05-22"
---

[Hjem](https://www.fjarhiti.fo/)

                    [Kunning](https://www.fjarhiti.fo/kunning)

                [Fjarhitin liggur í tryggum kørmum](https://www.fjarhiti.fo/kunning/fjarhitin-liggur-tryggum-koermum)

# Fjarhitin liggur í tryggum kørmum

Fjarhitafelagið heldur grønu kósina, og fjarhitin liggur í tryggum kørmum. Á aðalfundinum í dag fegnaðist forkvinnan um, at 91 prosent av fjarhitanum komu frá avlopshita í fjør, og at fjarhitaleiðingin er væl breidd út í høvuðsstaðnum

Høvuðsleiðingin í fjarhitaveitingini strekkir seg sum ein tryggur bulur av Sundi og út undir Kongavarða, og skipanin er fyrireikað til at taka ímóti fleiri grønum orkukeldum og nýggjum brúkarum.

- Undirstøðið er sostatt sterkt, og fjarhitin liggur í tryggum kørmum. Næsta stigið er at byggja alsamt fleiri grønar hitakeldur inn í skipanina, eins og fleiri brúkarar eru vælkomnir at binda í fjarhitaleiðingina, tá ið tað er búskaparliga skilagott bæði fyri brúkararnar og Fjarhitafelagið, staðfestir Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum, eftir aðalfundin í dag.

- So hvørt talið av brúkarum økist, minkar kostnaðurin fyri hvønn brúkara, og tí snýr tað seg um at gagnnýta hesa tryggu og ómakaleysu skipanina til fulnar. Tá ið av tornar fáa vit bæði bíligari fjarhita og ein grønari høvuðsstað, sigur Annita á Fríðriksmørk.

**Góð útlit**

Tað er ásett við lóg, at fjarhitavirksemið fíggjarliga skal hvíla í sær sjálvum, soleiðis at inntøkurnar eru hóskandi til at gjalda fyri rakstur og neyðugar íløgur. Fjarhitafelagið hevur eisini lógarfesta ábyrgd av, at veitingartrygdin og fjarhitagóðskan eru nøktandi. Seinastu 10 árini eru stórar íløgur gjørdar í høvuðsleiðingina, sum nú røkkur heilt av Sundi, ígjøgnum miðbýin og út undir Kongavarða.

Nevndin metir, at komandi árini eru góð útlit fyri bæði at niðurgjalda skuld, at fáa fleiri brúkarar upp í skipanina og at økja grøna orkupartin.

- Fjarhitaskipanin er sostatt útbygd til framtíðina at taka ímóti fleiri grønum orkukeldum og fleri brúkarum, men tað snýr seg um at halda eina javnvág og økja bæði grøna orkupartin og talið av brúkarum við búskaparligum varsemi, sigur Annita á Fríðriksmørk.

Næsta stigið á grønu kósini hjá Fjarhitafelagnum verður tikið í næstu viku. Tá verður ein elketil, ið er settur upp á Sundi, og sum skal rekast við avlopsorku frá vindmyllum, bundin í fjarhitaskipanina.

Gott og væl 1.900 brúkarar eru knýttir í fjarhitaleiðingina, og metingar hjá Fjarhitafelagnum vísa, at næstu árini verða umleið 500 brúkarar aftrat bundnir í skipanina.

**91 prosent avlopshiti**

91 prosent av hitaveitingini komu frá avlopshita í 2025. Sostatt øktist avlopshitin sløk 5 prosentstig í 2025, sammett við 2024. 55 prosent av fjarhitanum komu frá Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, 29 prosent komu frá avlopshita frá Sundsverkinum, og 7 prosent stavaðu frá biogassverkinum Förka.

Gassoljan er at kalla horvin sum beinleiðis orkukelda í fjarhitaskipanini. Bert eitt prosent av hitaveitingini kom frá gassolju í 2025, meðan 8 prosent komu frá spillolju, sum hevði verið burturbeind á annan hátt, um hon ikki var brúkt til fjarhita.

Nevndin í Fjarhitafelagnum er samanumtikið bjartskygd og staðfesti á aðalfundinum í dag, at gongdin er góð. Tórshavnar kommuna og SEV eiga Fjarhitafelagið helvt um helvt. Annita á Fríðriksmørk umboðar Tórshavnar kommunu í nevndini, og hinir nevndarlimirnir hjá Tórshavnar kommunu eru Guttormur í Skála og Tróndur Sigurðsson. Bergur Dam Jensen er tiltakslimur vegna kommununa.

SEV-umboðini í nevndini eru Hans Kári Hansen, næstformaður, og nevndarlimirnir Winnie Kjærbo og Hákun Djurhuus. Heri Mortensen er tiltakslimur vegna SEV.
