---
title: "Fjarhitin fer eftir Smyrilsvegnum"
description: "Arbeiðið at leggja fjarhitaleiðing í Smyrilsvegin er farið í gongd og verður ætlandi liðugt í síðstu viku í november"
date: "2025-07-02"
created: "2025-07-02"
---

[Heim](https://www.fjarhiti.fo/)

                    [Kunning](https://www.fjarhiti.fo/kunning)

                [Fjarhitin fer eftir Smyrilsvegnum](https://www.fjarhiti.fo/kunning/fjarhitin-fer-eftir-smyrilsvegnum)

# Fjarhitin fer eftir Smyrilsvegnum

Arbeiðið at leggja fjarhitaleiðing í Smyrilsvegin er farið í gongd og verður ætlandi liðugt í síðstu viku í november

Fjarhitaleiðingin verður nú løgd í Smyrilsvegin, eftir at liðugt er at grava fjarhitan niður í   Staravegin, har m.a. Hilton Garden Inn er bundið í fjarhitaskipanina. Arbeiðið á Smyrilsvegnum verður liðugt í síðstu viku í november, tá vegurin eftir ætlan er asfalteraður aftur.

Fyrstu bygningarnir á Smyrilsvegnum, ið verða knýttir í skipanina, eru gamla Dimmalætting, har Sansir, MT Højgaard, prentsmiðjan hjá Føroyaprent og Fjarhitafelagið sjálvt halda til – umframt gamla Brunatryggingin, har eitt nú grannskoðanarvirkið NUMO húsast í dag.

- Tað er eitt umfatandi vegaarbeiði, tá vit grava fjarhitaleiðingar niður ymsastaðni í høvuðsstaðnum. Men vit kunnu ugga okkum við, at vit grava niður ein orkubera, sum í framtíðini skal bera brúkarunum í høvuðsstaðnum alsamt meira grøna orku, so hvørt vit fáa bygt nýggjar grønar orkukeldur inn í skipanina, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Fjarhitin var lagdur oman í Gundadal í februar 2018 og haðani oman eftir Hoydalsvegnum og niðan á Háls. Stóru bygningarnir í hesum umráðum eru bundnir í fjarhitaleiðingina. Talan er m.a. um Tórsvøll, SMS, Tjaldurs Apotek, Finsen, Hotel Brandan, Bank Nordik, Stórhøllina á Hálsi og Svimjihøllina.

Umleið 1400 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina.
