Fjarhitafelagið søkir eftir roknskaparfólki

20. oktober 2022

Fjarhitafelagið søkir eftir roknskaparfólki

Fjarhitafelagið hevur brúk fyri einum dugnaligum starvsfólki, sum saman við bókhaldara okkara kann taka sær av vanligu umsitingarligu og fíggjarligu uppgávunum.

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt.

 

Høvuðsuppgávurnar eru m.a.:

  • dagliga bókhaldið
  • avgreiðsla av kreditorum, MVG-uppgerðum, v.m.
  • umsiting av lønum
  • tíðarskeiðsroknskapir
  • ársroknskapur
  • uppfylging og fíggjarlig stýring av verkætlanum
  • fíggjarætlanararbeiði saman við leiðslu felagsins

 

Tann, sum verður settur, fær neyðuga upplæring og skeið.

Til fyrimunar er, um tú

- hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving

- hevur royndir innan almenna ella privata umsiting 

- ert røkin, hevur góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt

 

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til:

Fjarhitafelagið P/f

Smyrilsvegur 13

Postboks 3215

110  Tórshavn

ella í telduposti til: fjarhiti@fjarhiti.fo

 

Freistin at søkja starvið er 6. novembur 2022. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hans Chr. Dam, stjóra, á tlf. 214062. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.

 

Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo