Mátari og prísur
Ávegis prísir fyri 2022 – íroknað meirvirðisgjald:
Brúkarar við vekslara minni enn 100 kW, gjalda kr. 0,85 fyri kWh.
Frymil: Miðal oljuprísur*0,0988/0,82
Brúkarar við vekslara størri enn 100 kW, gjalda kr. 0,82 fyri kWh.
Frymil: Miðal oljuprísur*0,0988/0,85
Prísskrá sambært § 4,1: “Vanligar treytir fyri fjarhitaveitan”
Ávegis gjøld
Ávegisgjaldið verður kravt yvir 12. mðr. frá 1. februar í einum ári til 1. januar í komandi ári.
Árlig uppgerð
Nýtslan verður gjørd upp einaferð um árið, og verður uppgerðin send brúkaranum í januar.
Grundarlag
Ávegisgjaldið verður útroknað eftir nýtsluni árið fyri.
Árliga uppgerðin verður útroknað eftir skrásettari nýtslu. Skrásett nýtsla er munurin á teljarastøðuni frá 1/1 til 31/12 í árinum.